Innanlands

Vágs skúli aftur fingið stórfingna gávu frá íslendskum pari

Hon skal nýtast til ein FIFA fótbóltsvøll. Í 2017-2018 lat sama familja eisini skúlanum gávur, so at farast kundi undir FabLab

Johanna Hjelm og maðurin Gylfi Scheving hava latið Vágs Skúla tað sum verður lýst sum ein stórfingin peningagávu. Jóhanna hevur ættarbond til Vágs, og dóttir hennar hevur áður latið gávu til Vágs skúla (Mynd: vagur.fo)

Johanna Hjelm og maðurin Gylfi Scheving hava latið Vágs Skúla tað sum verður lýst sum ein stórfingin peningagávu. Jóhanna hevur ættarbond til Vágs, og dóttir hennar hevur áður latið gávu til Vágs skúla (Mynd: vagur.fo)

2024-04-25 17:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Jóhanna Hjelm og maðurin Gylfi Scheving hava latið Vágs Skúla tað sum verður lýst sum ein stórfingin peningagávu.

Hetta kemur ikki so heilt óvart á tey í Vági, tí familjan hevur latið slúlanum gávur fyrri, vinalagið millum íslendsku familjuna Hjelm og Vágs Skúla stavar í roynd og veru frá einari lagnuhending fyri yvir 100 árum síðani. Sambandið verður lýst á hendan hátt á vagur.fo:

- Jóhanna er dóttur Sivar Hjelm, sum var føddur í Vági 21. des. í 1915. Sivar flutti til Íslands sum 12 ára gamal saman við mammu síni og stórum systkinahópi. Pápi Sivar, Jógvan Hjelm, gekk burtur við báti á útróðri av Vágseiði saman við brøðrum sínum Martin og Jaspur Hjelm og tveimum synum hjá Jaspur, Anton og Esbern, og Sofus Berg, ættaður úr Hvalba. Eftir at tey fluttu til Íslands, longdist Sivari altíð aftur til Vágs, og flutti hann eisini til Vágs í nøkur ár, eftir at hann var fermdur. Sivar tosaði altíð so hjartaliga um Vág.

Nú eru 50 ár síðani, at Sivar Hjelm andaðist. Í hesum sambandi vil dóttirin minnast pápa sín við at lata Vágs Skúla eina gávu.

Upplýst verður ikki, hvussu stór gávan er, men Vágs Skúli er sera takksamur fyri gávuna og ætlar at brúka hana til ein FIFA fótbóltsvøll. Fótbóltsvøllurin kemur at liggja partvís á núverandi skúlalagnum. Vøllurin verður eisini uppkallaður: Hann skal nevnast SIVARS vøllur, skrivar Vágs kommuna.

Gávan bleiv handað á móttøku í Vágs Skúla, har John Henrik Holm, skúlastjóri og Magnus Pauli West, trivnaðarleiðari í Vágs kommunu, bjóðaðu vælkomin og takkaðu fyri gávuna.

Vágs Skúli møtti íslensku familjuna fyrstu ferð á sumri 2017, tá dóttur Jóhannu, Margrét G. Scheving, og maðurin Ásbjørn Óttarsson lótu skúlanum ein 3D-prentrari og ein 3D-skannari. Seinni í januar 2018 lat íslendska parið Vágs Skúla tøkniliga útgerð og tilfar, soleiðis at FabLab'ið fór í gongd.

Sí eisini: Vágs skúli fær eisini Fab Lab

Fab Lab er ein verkstova við tøkni og tólum til at gera nærum, hvat sum helst. Fab Lab smiðjan gevur ungum sum eldri, einstaklingum eins og fyritøkum møguleikan at menna skapanarevnini og fullføra hugskot við at sniðgeva, seta saman og framleiða við hjálp av talgildari tøkni. FabLab kemur av ensku orðunum Fabrication Laboratory ella framleiðsluverkstova. Vágs Skúli er enn einasti fólkaskúlin í landinum við einum FabLab

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder