Tað tók eina løtu at fáa lív í fjøldina á Vágsbø í kvøld, tá eitt av høvuðsnøvnunum á Summar Festivalinum í ár trein á pallin.
Møguliga er tað vantandi marknaðarføring í Føroyum av bretanum, men talan er altso um ein væl umtóktan harra. Stóra hittið hjá honum, Troublemaker, hevur næstan 500 milliónir spælingar á Spotify, og onnur løg hjá honum hava 300 og 250 milliónir spælingar.
(Mynd: Jens Kr. Vang)
(Mynd: Jens Kr. Vang)
Men tað tóktiskt ikki sum festivalgangararnir høvdu fingið tað við. Tá konsertin byrjaði klokkan 22 var hálv tómt á Vágsbø. Tað skal sigast, at tað streymaði til stóran part av konsertini, og tað blivu nøkur fleiri. Men fult bleiv tað ongantíð.
(Mynd: Jens Kr. Vang)
Týðiligt var, at stórur partur av fjøldini ikki kendi fittan part av sangunum hjá tí annars orkufulla bretanum, sum royndi sítt við eitt nú dansitrinum.
Tá tað nærkaðist endanum og fleiri av stóru hittunum vóru spæld, kom meira lív í, og tað endaði við stóra hittinum Troublemaker, sum veruliga festi í Vágsbø.
Næsta stóra navnið á Vágsbø í kvøld er Dynamit, sum fer á pallin klokkan 1. RSP enda kvøldið klokkan 3. Báðir bólkarnir eru kendir fyri at hava áskoðararnir við frá fyrsta sangi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald