Fyrrapartin loysti Jenis av Rana Honnu Jensen og Høgna Hoydal av í landsstýrissessinum. Tey røktu landstýrissessin í Mentamálum, eftir at Rigmor Dam legði frá sær í januar.
Ráðið hevur skift navn og eitur nú Uttanríkis- og mentamálaráðið, og í morgun fingu starvsfólk við menta- og skúlamálum og starvsfólk við uttanríkismálum høvi at hittast.
Semja var um, at tað eru góðir møguleikar við hesi samanleggingini, tí undanfarin ár hevur samstarv verið millum ráðini á fleiri ymsum økjum. Hetta skrivar heimasíðan hjá Mentamálaráðnum.
Les eisini: Helgi gav Poul danskan blokk
Síðani Mentamálaráðið varð stovnað í 1998, hevur tað fevnt um menta- og undirvísingarmál, meðan Uttanríkisdeildin hevur skift ímillum ymisk ráð - seinast sum partur av Uttanríkis- og vinnumálaráðnum. Hetta málsøkið røkti Poul Michelsen seinast. Nú er Helgi Abrahamsen landstýrismaður í Vinnumálum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald