Rigmor Dam hevur lagt frá sær sum landsstýriskvinna í Mentamálaráðum. Orsøkin er óskilið við Skúlanum í Marknagili, har fleiri rokningar ikki eru goldnar.
Landsstýriskvinnan hevur tí biðið løgmann um at loysa seg úr starvi.
- Eftir øllum at døma liggur Landsverk framvegis inni við hópin av ógoldnum rokningum fyri arbeiði á skúladeplinum í Marknagili. Aftur hesaferð er talan um rokningar fyri tíggjutals milliónir krónur, ið Landsverk ikki hevur kunnað Mentamálaráðið um fyrr enn nú í januar. Hetta, hóast Mentamálaráðið bað um fult yvirlit yvir fíggjarstøðuna seint í heyst, og at partarnir eisini hittust á fundi beint eftir nýggjár, byrjar fráboðanin hjá Rigmor Dam.
Rigmor Dam sigur, at sum ábyrgdarhavandi landsstýrisfólk má hon staðfesta, at álitið á Landsverk ikki er til staðar.
- Tað ber snøgt sagt ikki til at verja seg ímóti villleiðandi upplýsingum og ósannindum, ella at ein stovnur afturheldur rokningar fyri kreditorum og okkum, sum varða av játtanini – samstundis sum, at sami stovnur hvønn mánað skrivliga hevur váttað, at fíggjarligu viðurskiftini eru í lagi, sigur Rigmor Dam.
Landsstýriskvinnan bað tí Aksel V. Johannesen, løgmann, um at loysa seg úr starvi, og hesum hevur løgmaður tikið til eftirtektar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald