Innanlands

Vaktarskifti í Nes kommunu

Til jólaborðhaldið takkaði komandi borgarstjóri, Súni í Hjøllum, fráfarandi borgarstjóranum fyri gott samstarv og trúgva tænastu. Jóhannus Danielsen hevur sitið í bygdarðnum seinastu 12 árini og hevur verið borgarstjóri undnafarnu átta árini.

Súni í Hjøllum og Jóhannus Danielsen (Mynd: nes.fo)

Súni í Hjøllum og Jóhannus Danielsen (Mynd: nes.fo)

2020-12-22 21:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á nýggjárinum tekur nýtt bygdarráð og eisini nýggjur borgarstjóri við í Nes kommunu.

Jóhannus Danielsen hevur verið í borgarstjórasessinum í farnu og undanfarnu setu, men hann stillaði ikki upp til valið í november. 

Heimasíðan hjá Nes kommunu skrivar, at til jólaborðhaldið herfyri takkaði komandi borgarstjóri, Súni í Hjøllum fráfarandi borgarstjóranum  fyri gott samstarv og trúgva tænastu.

Les eisini: Bygdaráðið á Nesi hevur skipað seg

Jóhannus Danielsen, sum hevur sitið í bygdarðnum seinastu 12 árini, fekk eina klokku handaða, umframt eina kurv við blomstrum og ymiskum góðgæti.

Eftir nýggjár verður tað Súni í Hjøllum, ið fekk næstflest atkvøður á valinum í november, í tekur yvir sum borgarstjóri í Nes kommunu.

Á aðrari samkomu herfyri var tað fráfarandi borgarstjórin, ið takkaði Niclas Davidsen og Kaj Eli Hansen fyri teirra arbeiði í bygdaráðnum í ávikavist 8 og 4 ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder