2020-11-19 06:37

Ávarað verður um hálku kring alt landið í morgun. Tað er vakurt og kalt veður, og vetrarins fyrsti kavi er lagstur kring alt landið.
Løgreglan hevur havt eina friðarliga nátt, men um seks tíðina í morgun varð boðað frá einum ferðsluóhappi orsaka av hálkuni.
Óhappið hendi á Sundi á Kaldbaksvegnum, har ein bilur fór út av vegnum í hálkuni. Ongin persónsskaði hendi.
Landsverk ávarar um hálku kring alt landið, tó ikki í Suðuroy.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald