
Tað er ríkisumboðið í Føroyum, sum skal taka støðuna, um fólkatingsval skal haldast ein annan dag í Føroyum enn í restini av ríkinum.
Eftir at Mette Frederiksen lýsti fólkatingsval at vera alla halgannadag, 1. november, eru altsamt fleiri røddir, ið hava mótmælt at hesin dagurin verður brúktur til at halda val. Í Føroyum er alla halgannadagur eisini minningardagur teirra sjólátnu.
Um so er, at valdagurin í Føroyum skal vera ein annar enn í restini av ríkinum, so liggur tað hjá ríkisumboðnum. Grein 23 í “Lovbekendtgørelse ... om folketingsvalg på Færøerne” stendur:
“Valg til Folketinget udskrives ved kongeligt åbent brev. Det kan ved det kongelige åbne brev overlades til rigsombudsmanden at fastsætte en anden dag for valgets afholdelse end den, der er fastsat for den øvrige del af riget.”
Tað er ikki eydnast okkum at fáa orðið á Lene Moyell Johansen, ríkisumboðskvinnu, men við útvarpið hevur hon sagt, at arbeitt verður við møguleikanum at broyta valdagin.
---
(Yvirskrift broytt kl. 15.10)
Lene Moyell Johansen, ríkisumboð, hevur eftir at henda greinin kom út á portalin, vent sær til okkara fyri at vísa aftur, at arbeitt verður við at flyta valdagin. - Vit kanna møguleikan fyri at flyta hann, staðfestir hon.
Les: - Vit kanna um valdagurin kann flytast
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald