Innanlands

Valfundur: Havnin sum altjóða lestrarbýur

Fróðskaparsetur Føroya bjóðar almenninginum til stóran politiskan valfund í Kongshøll á Vestaru Bryggju mikudagin 30. oktober klokkan 15

2024-10-26 21:33 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fróðskaparsetur Føroya: Havnin hevur ónýttar møguleikar til at gerast ein góður lestrarbýur við nógv fleiri lesandi, sum geva sítt virðismikla íkast til samfelagið. Og eisini fær Havnin við komandi atlimaskapi Føroya í europeiska Erasmus+ gyltan møguleika at blíva ein spennandi altjóða universitetsbýur.

Men hvussu kann hetta fremjast í verki, og hvat skal til fyri at seta ferð á hesa menningina av høvuðsstaðnum?

Og hvussu kann Fróðskaparsetrið við nýggju samstarvsavtaluni við Kommunufelagið hjálpa kommununum við at fáa dygdarbetri og burðardyggari tænastur til borgararnar?

Hetta verða høvuðsevnini á stórum politiskum valfundi í Kongshøll mikudagin 30. oktober klokkan 15. Valfundurin verður eisini stroymdur.

Valevnini við pallborðið eru hesi:

  • Sambandsflokkurin: Halla Herdalur Poulsen, Petur Frank Jákupsson Holm
  • Tjóðveldi: Bergdís Ester Gísladóttir Jensen, Jan Klein Olsen
  • Javnaðarflokkurin: Milia Egilsnes Anda, Kristianna Winther Poulsen
  • Miðflokkurin: Rani A. Skaalum, Jens Knudsen
  • Borgaralistin: Katrina í Geil, Jóhan E. Simonsen
  • Framsókn: Súsanna Olsen, Sjúrður Zachariasson
  • Fólkaflokkurin: Annfinn Hjelm, Birita Lamhauge Jóansdottir
  • Kommunulistin: Malan á Dunga, Hans Petur í Brekkunum
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder