2024-03-18 12:50
Valluttøkan á russiska forsetavalinum um vikuskiftið var methøgt.
Sambært russisku tíðindastovuni Interfax var valluttøkan 77,44 prosent, ið er hægsta valluttøkan, sum er skrásett í landinum síðan Sovjetsamveldið fall.
Gamla metið varð sett á fyrsta russiska forsetavalinum, sum var í 1991. Tá var valluttøkan 74,67 prosent. Til samanberingar var valluttøkan í 2018 67,5 prosent.
Les eisini: Putin: Russland er á rættari kós
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald