Innanlands

Valluttøkan táttaði í tey 90 prosentini

Hon var 1,4 prosentstig hægri enn á løgtingsvalinum í 2022

Yvir 35.000 føroyingar valdu umboð til løgtingið á hesum sinni (Mynd: Jens Kr. Vang)

Yvir 35.000 føroyingar valdu umboð til løgtingið á hesum sinni (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-03-27 07:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

35.309 av teimum 39.703 við valrætti á løgtingsvalinum í gjár greiddu atkvøðu.

Hetta svarar til 89,5 prosent.

Tað er 1,4 prosentstig hægri, í mun til seinasta løgtingsval, sum var 8. desember 2022.

Í 2019 var talið 89,8. Hetta valið var ein leygardag.

Sambært almennu hagtølunum fyri valið í gjár vóru 147 blankar, og 75 endaðu ógildgar.

Rákið í størsta partinum av landinum var, at fleiri vóru á vali, enn tað vóru í 2022. Soleiðis var eisini á fólkatingsvalinum týsdagin. Sum heild vísir hetta aftur, at føroyingar eru raskir at fara á val; at nýta sín fólkaræðisligan rætt.

Tøl: KVF og valurslit.fo

Her síggjast tølini - tey samlaðu og frá einstøku valstøðunum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder