Innanlands

Valluttøkan var 45,6 prosent

Petur Rouch, Bjørghild Djurhuus, Katrin Holm, Julianna Klett og Marin Rasmussen vórðu vald inn í eldraráðið í Tórshavnar kommunu – Bert 2.225 av teimum 4.873, ið høvdu valrætt, fóru á val

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2020-10-24 10:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Petur Rouch, Bjørghild Djurhuus, Katrin Holm, Julianna Klett og Marin Rasmussen vórðu vald inn í eldraráðið í Tórshavnar kommunu.

Freistin at velja var úti hósdagin klokkan 12, og uppteljingin varð liðug seint sama kvøldið.

4.873 persónar yvir 60 ár høvdu valrætt til eldraráðsvalið, og valluttøkan var 45,6 prosent skrivar Tórshavnar kommuna. 2.225 fóru á val.

Tiltakslimir í eldraráðnum eru Ingigerð á Trøðni, Robert Vilhelmsen, Birgit Hansen, Eyrith G. Leyni og Ingrid Henriksen.

Tað var Petur Rouch, sum fekk flestar atkvøður.

Atkvøðurnar vórðu býttar soleiðis:

  • Petur Rouch, 361
  • Bjørghild Djurhuus, 328
  • Katrin Holm, 286
  • Julianna Klett, 255
  • Marin Rasmussen, 254
  • Ingigerð á Trøðni, 234
  • Robert Vilhelmsen, 107
  • Birgit Hansen, 104
  • Eyrith G. Leyni, 97
  • Ingrid S. Henriksen, 95
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder