Innanlands

Vánalig koyrilíkindi á Vestmannavegnum og á Oyndarfjarðarvegnum

Hált og krapi er í støðum kring alt landið. Landsverk ávarar um vánalig líkindi á fleiri vegastrekkjum

Á Vestmannavegnum fyri løtu síðani. Sýnið er einki serligt (Mynd: Birgir Waag Høgnesen)

Á Vestmannavegnum fyri løtu síðani. Sýnið er einki serligt (Mynd: Birgir Waag Høgnesen)

2021-04-08 14:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nógv avfall hevur verið seinastu tímarnar, og seinnapartin er nógvur vindur eisini. Landsverk ávarar um at hált og krapi er í støðum um alt landið.

Tað er ikki koyrandi á Gjáarvegnum, og nógv jarðrok er báðumegin Norðskálatunnilin.

Landsverk sigur, at sera vánalig koyrilíkindi eru á Vestmannavegnum og á Oyndarfjarðarvegnum í løtuni.

Nógvur vindur er eisini. Á Ørðaskaði á Fámjinsvegnum eru 36 metrar um sekundið í hvirlunum.

Fylg við koyrilíkindunum á forsíðuni á Portalinum og hjá Landsverki her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder