2019-12-14 13:14
Í morgun boðaði Landsverk frá vánaligum koyrilíkindum kring landið, og eisini hevur verið boðað frá nógvum vindi.
Í hesum sambandi boðar Strandferðslan frá fleiri avlýsingum hjá bussleiðini.
Í løtuni koyra hesar bussleiðir ikki:
Leið 100: Tórshavn - Vestmanna
Leið 300: Tórshavn - Flogvøllurin
Leið 400: Tórshavn - Klaksvík
Strandferðslan boðaði eisini í morgun frá, at Ritan, sum siglir millum Hvannasund, Svínoy og Fugloy, ikki siglir í dag.
Sí koyrilíkindini her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald