Innanlands

Vandi fyri salmonella í enskum kjøti

Hakkað oksakjøt av enskum uppruna, sum er selt í Føroyum, verður afturkallað

2024-05-11 09:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hilton Foods Danmark A/S afturkallar hakkað oksakjøt, sum er selt í Føroyum, tí vandi er fyri, at salmonella kann vera í vøruni, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

Vøran (Coop Hakket oksekød 8-12 %, 600 gr., best fyri 10.-12./5-2024, EAN-strikukota 5700382774388 ) er seld í FK í Miðvági mánadagin 6. mai, og fólk, ið eiga hesa vøru, eiga at beina hana burtur ella at lata hana aftur í handilin.

Hakkað oksakjøt við kjøti av enskum uppruna, framleitt í tíðarskeiðnum 19.-23. mars 2024, verður afturkallað, tí tað er mett sannlíkt, at tað er smittukelda til salmonella sjúkutilburðir. Somuleiðis afturkallast hakkað oksakjøt við enskum uppruna framleitt í tíðarskeiðnum 4.-5. mai, tí innaneftirlitið hjá virkinum hevur staðfest salmonella í vøruni. Av trygdarávum afturkallar Hilton Foods Danmark A/S eisini hakkað oksakjøt framleitt við enskum rávørum í tíðarskeiðnum 12. mars til 6. mai, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

Sjúkutekin hjá fólki, sum eru rakt av salmonella, eru leyst lív, ilt í búkinum, fepur, ilt í høvdinum og møguliga vaml og spýggja. Ein kann vera sjúkur í fáar dagar ella upp til fleiri vikur. Um ein hevur sjúkutekin og hevur etið av afturkallaða kjøtinum, eigur ein at seta teg í samband við egnan lækna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder