Uttanlands

Vänsterpartiet setir krøv til nýggja stjórn

Vil hava samráðingar áðrenn lyfti verður givið um ikki at atkvøða ímóti

Jonas Sjöstedt, formaður í Vänsterpartiet (t.v.) saman við formanninum í Ríkisdegnum, Andreas Norlén (Mynd: EPA)

Jonas Sjöstedt, formaður í Vänsterpartiet (t.v.) saman við formanninum í Ríkisdegnum, Andreas Norlén (Mynd: EPA)

2019-01-14 13:18 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Enn er óvist, um Stefan Löfven kann halda fram sum forsætisráðharri í Svøríki, nú í eini nýggjari stjórn millum Sosialdemokratarnar og umhvørvisflokkin, sum eru í núverandi vinstrastjórn, og so miðflokkarnar Centerpartiet og Liberalerna.

Tað er triði flokkurin í núverandi stjórnini, Vänsterpartiet, sum liggur ytst á vinstraveinginum, sum setir krøv fyri at vera settur uttan fyri ávirkan á svenskan politikk.

Vinstriflokkurin hevur í áravís verið tryggur stuðul hjá sosialdemokratunum, men so er ikki nú, tá miðflokkarnir ikki vilja hava flokkin við í nýggju stjórnaravtaluni fyri ”at halda flokkarnar ytst á veingjunum uttan fyri politiska ávirkan”.

Men á fundi um vikuskiftið avgjørdi flokkurin, at hann ikki uttan lyftir fer at góðtaka, at Stefan Löfven nú skipar ”ta mest borgarligu sosialdemokratisku stjórnina nakrantíð í Svøríki”.

Á tíðindafundi fyrrapartin segði Jonas Sjöstedt, floksformaður, at flokkurin krevur at fáa nøkur lyfti frá sosialdemokratunum fyri ikki at atkvøða ímóti nýggju stjórnini.

Teir fýra flokkarnir, sum ætla at skipa stjórn hava nevniliga ikki meiriluta aftan fyri seg í ríkisdegnum. Tí er neyðugt at Vänsterpartiet ikki atkvøður ímóti, tí so er ein meiriluti ímóti ætlaðu stjórnarskipanini.

Tað er skjótt hálvur fimti mánaður síðani, at val var í Svøríki. Hesa tíðina hava Stefan Löfven, Anna Lööf frá Centerpartiet og Ulf Kristersson úr Moderaterna roynt at skipa stjórn, men uttan úrslit.

Formaðurin í Ríkisdegnum Andreas Norlén er tann, sum sambært grundlógini skal peika á ein forsætisráðharra. Hann hevur bara fýra møguleikar at finna ein forsætisráðharra, miseydnast allar fýra royndirnar, skal nýval haldast.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder