Mentan

Vanvarði – Elin Michelsen við nýggjari fantasybók

Vanvarði er onnur bók í tríverkinum um Tóru og hennara stremban eftir at finna útav, hvør hon sjálv er í einum heimi, sum vísir henni eina síðu, sum Tóra ikki ánaði var til

2022-11-14 09:41 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í dag kemur ein nýggj, føroysk ungdómsbók í handlarnar.

Elin Michelsen setti í fjør hol á eina fantasy-røð við íblástri frá føroyskum sagnum um huldufólk. Vanvarði er onnur bók í tríverkinum um Tóru og hennara stremban eftir at finna útav, hvør hon sjálv er í einum heimi, sum vísir henni eina síðu, sum Tóra ikki ánaði var til.

Bókaframløga við bókini verður á Bókadøgum í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið 18. november kl. 17.

Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur røðina út.

[object Object]

Um bókina:
Huldufólk eru at finna í íslendskum og føroyskum tjóðminnum. Tey eru yvirnatúrligar verur, sum liva í náttúruni. Tey síggja út og bera seg at sum menniskju, men liva í einum parallellum heimi. Tey hava evnini at gerast ósjónlig, tá tey hava hug.

Alt er ein ruðuleiki aftan á kvartaroyndina. Tað er Tórusa skyld, at Silja bleiv blakað úr sínum kvarti og knappliga noyðist at vera reyð. Fyri Tóru merkir nýggja støðan, at hon ikki longur skal brúka sína reyðu gávu, men læra at brúka lilla. Men tað er lættari sagt enn gjørt, tí lilla er als ikki sum reyða, og Tóra stendur aftur á berum.

Tóra flýggjar undan tonkunum og út í hagan, men knappliga er hon aftur við tann løgna varðan, sum hon sá áðrenn kvartaroyndina. Landslagið er fullkomiliga broytt, og krákan á varðanum kráar ávarandi eftir henni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder