Innanlands

Varðhaldsfongslaður fyri harðskap

Ein útlendingur er varðhaldsfongslaður í 14 dagar eftir at hava sligið ein annan mann á einum skeinkistaði í Havn um vikuskiftið, og løgreglan kannar eisini eitt annað mál um harðskap í Steinatúni

(Savnsmynd: jn.fo)

(Savnsmynd: jn.fo)

2022-04-25 11:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin varð boðað frá einum harðskapsmáli í einum skeinkistaði í Havn.

Talan var um ein mann, sum varð sligin av einum útlendingi.

Útlendingurin, sum var um 30 ára aldur, fekk í rættinum í gjár 14 dagar varðhaldsfongsling, og kemur málið aftur fyri rættin seinni, og kann tað enda við, at hann verður útvístur. Men júst nær tað verður, veit vaktleiðarin á politistøðini ikki at siga.

Løgreglan hevur sæð videoupptøkur av hendingini, og er málið rættiliga væl lýst.

Sunnumorgunin varð eisini boðað frá einum øðrum harðskapsmáli í Steinatúni í Havn.

Tað var ein maður, sum segði seg vera álopnan av tveimum ungum monnum um 20 ára aldur. Sum skilst var hann bæði sligin og sparkaður.

Órættaði kendi tann eina av monnunum, og talan tykist at vera um ómotiveraðan harðskap, verður sagt av politistøðini.

Les eisini: Fýra ungir mans skuldsettir fyri at leypa á eldri mann

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder