Innanlands

Varðhaldsfongslaður í 17 dagar

Maðurin sum í gjár var handtikin á Skála, spýtti eftir løgregluni og rópti korona, korona virus.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-04-11 19:35 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Ein 31 ára gamal maður sum í gjár var handtikin á Skála, eftir at hann yvirfyri einum øðrum persóni hevði hótt ein triðja persón við lívinum, er nú varðhaldsfongslaður í 17 dagar. Tað kunngjørdi ákæruvaldið á Twitter leygarkvøldið.

Eftir at løgreglan hevði handtikið mannin og sett hann í løgreglubilin rópti hann "korona, korona viruss” og royndi hareftir at spýta á andliti hjá einum løgreglufólki. Eisini royndi hann fleiri ferðir at spýta eftir einum øðrum løgreglufólki, ið kom at hjálpa.

Ákæruvaldið sigur at tað var nógv stríð at fáa mannin til havnar, og neyðugt var at fáa ein løgreglubil við glasrúti millum fram- og baksetrini, soleiðis at hann ikki kundi spýta eftir teimum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder