2020-03-27 17:17
Maðurin í 40-unum, sum fyrrapartin var til grundlógaravhoyr í Føroya rætti er varðhaldsfongslaður í 12 dagar. Hann er skuldsettur fyri at hava havt kynsligt samband við stjúkdóttir sína.
Hetta skrivar Kringvarpið á heimasíðuni í dag.
Gentan var yngri enn 18 ár, tá kynsliga sambandið skal vera byrja, og helt á eitt ár til málið varð meldað til løgregluna.
Løgreglan miðar eftir at vera liðug at kanna málið fyri páskir, sigur Heri Andreassen, leiðari á kriminaldeildini, við kvf.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald