Uttanlands

Varðhaldsfongslingin longd til 2. oktober

Rætturin í Grønlandi hevur í dag tikið avgerð um at leingja fongslingina av Paul Watson, men verji hansara hevur kært avgerðina

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-09-04 13:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Varðhaldsfonslingin hjá 73 ára gamla hvalaaktivistinum Paul Watson er long til 2. oktober.

Tað avgjørdi ein dómari í rættinum í Grønlandi í dag sambært grønlendska miðlinum Sermitsiaq.AG.

Verjin hjá Watson hevur kært avgerðina til landsrættin í Grønlandi.

Watson varð handtikin í Nuuk 21. juli, og síðan tá hevur hann sitið varðhaldsfongslaður. Orsøkin vóru altjóða handtøkuboð úr Japan, sum ynskir at rættarsøkja hann fyri at hava órógvað hvalaveiðu í 2010.

Watson er varðhaldsfongslaður, meðan danska løgmálaráðið kannar, um grundarlag er fyri at útflýggja hann til Japan.

Les eisini: - Besta fongsul, eg havi verið í

Dagførd kl. 14.01

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder