Tvøroyrar kommuna fer nú undir eitt nýtt tiltak.
Leygardagin 13. mai verður skipað fyri vármarknaði á havnarlagnum á Tvøroyri.
– Hugnaligu, gomlu bygningarnir hjá T.F. Thomsen, ið Tvøroyrar kommuna nú eigur, verða karmur um tiltakið. Vit brúka Seglloftið, Pakkhús 5 og gamla Einahandilin/Pubbin og eftir ætlan fer at bera til at keypa sær ymiskt handaligt, góðan, føroyskan mat og “loppur”, skrivar heimasíðan hjá kommununi.
Tey, sum ynskja at gerast partur av tiltakinum skulu boða kommununi frá í seinasta lagi mánadagin 8. mai klokkan 15.
Ætlanin er, at vármarknaðurin skal verða eitt afturvendandi tiltak.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald