Við yvirskriftini, "Heimafrið frá órógvandi gangi og royki frá skipum", heitir felagið Heimafriður á fólk um at hjálpa til við at skriva undir eina áheitan til myndugleikarnar.
Felagið Heimafriður varð stovnað 10. desember í fjør. Felagið hevur verið sera virkið og nógv er gjørt hetta árið fyri at varpa ljós á trupulleikan við gangi frá skipum. Tó vantar nógv í, tí framvegis verða fólk í Føroyum púra óneyðugt plágað av gangi frá skipum.
Heimafriður hevur á fleiri fundum við kommunur og landsmyndugleikar víst á loysnir. Tað finnast loysnir, men vilji skal til fyri at fremja loysnirnar.
Undirskriftin er soljóðandi: “Við hesari undirskrift heita vit í felag á kommunal- og landsmyndugleikar, um at finna loysnir, sum tryggja fólki Heimafrið frá gangi frá skipum. Eisini heita vit á myndugleikarnar, um at finna loysnir, sum minka mest møguligt um gangin, meðan bíðað verður eftir varandi loynsunum.”
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald