Innanlands

Vatngoymslurnar byrja at tømast

Í Vága kommunu heita tey á borgarar um at spara uppá vatnið

(Mynd: Jn.fo)

(Mynd: Jn.fo)

2021-04-10 09:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Liggjandi kavin og frostið seinastu dagarnar hevur við sær, at vatngoymslurnar hjá Vága kommunu byrja at tømast, boðar kommunan frá á heimasíðuni.

Tí verður heitt á borgarar í kommununi um at spara uppá vatnið, og ikki lata kranar og annað renna óneyðugt.

Vónandi tiðnar skjótt aftur, so vatngoymslurnar aftur fara at fyllast, sigur kommunan í fráboðanini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder