Innanlands

Vatnlekin á Villingadalsvegnum er loystur

Stóri lekin, sum kom í gjár, á Villingardalsvegnum gjørdi, at nógv mistu vatnið

2021-12-28 18:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinnapartin í gjár boðaði Tórshavnar kommuna frá, at ein stórur leki var á Villingardalsvegnum nærhendis Blákollugøtu.

Hetta hevði millum annað við sær, at nógv fólk í høvuðsstaðnum mistu vatnið, og lekin ávirkaði frá ringvegnum og heilt niðan til brunnarnar.

Arbeiðið at fáa bilbukt við trupulleikum fór í gongd skjótt, og Tórshavnar kommunu kunnar í dag um hetta á heimasíðu sínari

- Vatnleki var á Villingadalsvegnum millum ringvegin og Mækjugøtu 27. desember. Arbeitt hevur verið við at tetta lekan og er arbeiðið sostatt liðugt.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder