![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Fyri at savna inn pening til raksturin av Havnar Bjargingarfelag hava fjallabjargararnir í felagnum havt 4-5 veðrar gangandi í Høvdabergi í summar.
Talan er um fyrsta flokks veðrakjøt, sum møguligt verður at ogna sær á uppboðssølu leygarkvøldið klokkan 17.00.
Fyri at gera uppboðssøluna meiri undirhaldandi og viðkomandi, nú tað stundar til býráðsval, hevur Havnar Bjargingarfelag heitt á umboð fyri politisku flokkarnar sum eru uppstillaðir til komandi býráðsval, um at standa fyri hvør sínum parti av uppboðssøluni. Veðrarnir eru sundurlimaðir, og verða limirnir seldir hvør sær.
Limir í Havnar Bjargingarfelag hava saman við bóndanum hegnað av skorðina, rikið veðrarnar út og hava fyri góðum trimum vikum síðani verið eftir veðrunum og síðani flett teir
Allur innkomni peningurin fer til at stuðla sjálvbodna arbeiðið hjá Havnar Bjargingarfelag.
Havnar Bjargingarfelag vónar, at undirtøkan at ogna sær ein góðan bita og at stuðla virksemi felagsins verður góð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald