2020-11-19 22:11

Avgjørt er, at avlýsa allar koronukanningar á Eystaru bryggju í Havn leygardagin. Hetta tí at boðað verður frá nógvum vindi av vestri.
Veðurforsagnirnar siga frá vánaligum veðrið í vikuskiftinum og á Eystaru bryggju kann vesturættin verða hørð. Tað ávirkar umstøðurnar at hava koronukanningar, og fyri at binda um heilan fingur, er avgerð tikin um at avlýsa allar kanningar leygardagin, boða heilsumyndugleikarnir frá á corona.fo.
Ístaðin verður longri opið fríggjakvøldið, tá fólk kunnu lata seg kanna í tíðarskeiðinum millum kl 19.30 og 22.30.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald