
Fyri kortum broytti Veðurstøðin navn til Veðurstovu Føroya. Hetta var í samband við, at Løgtingið hækkaði játtanina til veðurtænastuna, og við hesum verður skjøtul settur á at menna og dagføra eina nøktandi føroyska veðurtænastu við betri og meira álítandi veðurforsagnum fyri allar Føroyar og føroysk áhugaøki.
Í hesum sambandi hevur verið tosað um, hvørt Veðurstova Føroya skal flyta høvuðssæti, og fyrispurningur hevur verið til landsstýrismannin í fiskivinnumálum, um stovnurin kann leggjast í Klaksvík ella aðrastaðni.
Men hetta er ikki neyðugt, sambært Heðini Mortensen. Í skrivi á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu ger borgjarstjórin støðuna upp:
- Veðurstøðin hevur altíð verið í Havn, fyrst úti við Grønlands- og Svaldbardsvegin og síðan uppi við Hoyvíksvegin. Í nýggju ætlanini framgekk púra greitt, at høvuðsdeild og vaktarstova framhaldandi verður á veðurstøðini í Havn. Veðurstøðin er umvæld seinnu árini og vil við smáum broytingum og ábótum kunna nýtast sum høvuðsdeild fyri Veðurstovuna.Í ætlanini framgekk púra greitt, at høvuðsdeild og vaktarstova framhaldandi verður á veðurstøðini í Havn (Mynd: Jens Kr. Vang)
Heðin Mortensen vísur á, at tað er rætt, at í sambandi við tilbúgving, so verður møguleikin kannaður at gera vaktararbeiðspláss á viðkomandi støðum, so veðurfrøðingar í ávísum førum kunnu arbeiða har, og stuðla í sambandi við ymisk hjálpar- og bjargingararbeiði. Men hann slær fast, at Veðurstøða Føroya hevur høvuðssæti í Havn.
- Sostatt er ongin orsøk til at spyrja landsstýrismannin í fiskivinnumálum, um stovnurin kann leggjast í Klaksvík ella aðrastaðni undir páskoti av, at undanfarna samgonga segði seg hava sum mál, at “nýggir almennir stovnar skuldi í størst møguligan mun verða staðsettir uttanfyri miðstaðarøkið”.
- Tí hetta er ikki ein nýggjur stovnur. Hetta er ein gamal og rótfestur stovnur, sum púra nátúrliga hoyrir heima í Havn, har hann í mong ár hevur átt sítt fasta pláss og hevur flestu síni samstørv. Og har skal hann verða verandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald