- Tað sær ikki so hugaligt út í løtuni, sum ein hevði ynskt, segði Andrias Klein Gregoriussen, veðurmaður á Veðurstovu Føroya, í morgunsendingini í KvF í morgun.
Eitt brúgvalag við regni rakar Føroyar sunnudagin, gamlaárskvøld. Hann verður um eystan og vindurin verður millum 13 og 18 metrar um sekundið tað mesta av degnum. Í støðum upp í 20 m/s.
- Um vit eru heppin, so er kanska tað mesta farið framvið á midnátt. Og um so er, minkar vindurin niður í einar 10-15 metrar um sekundið, sigur Andrias Klein Gregoriussen.
So ikki tey bestu líkindini til fýrverk, men vit kunnu vóna at fáa ein skáa um midnáttarleitið so vit kunnu fara inn í 2024 við einum braki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald