Innanlands

Vegarbeiði á Heiðavegi órógvar ferðsluna í kvøld og komandi kvøldini

Runavíkar Kommuna boðar frá, at frá klokkan 19 - 06 verður eitt strekki stongt vegna dagføringar

Økið ið verður stongt er innanfyri reyðu strikurnar (Mynd: Runavíkar Kommuna)

Økið ið verður stongt er innanfyri reyðu strikurnar (Mynd: Runavíkar Kommuna)

2019-10-17 14:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri einum mánaði síðani boðaði Runavíkar Kommuna frá, at Heiðavegur komandi tíðina verður dagførdur á ymiskan hátt, og at hetta væntandi kemur at ávirka ferðsluna í økinum.

Í dag skrivar kommunan, at vegna vegarbeiði verður Heiðavegur í Saltangará stongdur frá nr. 18 - 40 í frá í kvøld 16. oktober frá kl. 19 til í morginárini 06.

Myndin omanfyri vísir økið, ið verður stongt

Hetta sama er galdandi næstu trý kvøldini. Neyðsynjarakfør og Bygdaleiðir eru undantikin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder