
Aftur í nátt ella morgun hevur onkur verið gjøgnum býin í Havn og ritað politisk slagorð á húsaveggir, dyr og garðar.
Í farnu viku var líknandi herverk eisini framt. Tá var tilsipingin beinleiðis til tingviðgerðina tann dagin um at geva samkyndum foreldrum rætt til barsil.
Hesaferð er tað loysingin, sum er evnið. “Loysing í Eygsjón” stóð millum annað skrivað á grundina á býráðssalinum og á høvuðsdyrnum hjá Portalinum á Bryggjubakka.
(Mynd: Sverri Egholm)
(Mynd: Bjørg Brynhildardóttir)
Í Steinatúni ljóðaði boðskapurin í morgun “Loysing í Eggsjón”, og stóri spurningurin er, um stavivilllan er tilætlað ella ikki. Tann skrivtin var reinsað av aftur vegginum, tá okkara fotografur var fram við fyrrapartin. Á Vaglinum vóru fólk í kommununi eisini í gongd við at vaska skriftina av grundini til býráðssalin.
Á veggjakrutlinum, sum prýddi høvuðsstaðin í farnu viku – millum annað á portrinum á garðinum við Havnar kirkju – var eisini onkur stavivilla at hóma.
Óvist er, um talan er um sama persón, ið hevur skrivað. Okkurt bendir á, at tilfarið, ið nýtt er, er tað sama. Løgreglan hevði ikki fingið fráboðan um herverk av hesum slag í morgun.
Spurningurin er so um “loysing í eggsjón” yvirhøvur er ein heilsan til politikararnar í løgtinginum.
Málini fyri tingfundin, sum byrjar klokkan 13.30 eru skráseting av motorakførum, endurrindan av mvg í sambendi við leigubústaðir, útlendskar tryggingar, barnaváttanir, økissálarfrøði, eykajáttan til apoteksverkið og heilsustøðan hjá ungum í Føroyum.
Helst er tað ein viðmerking til viðgerðina á løgtingi í gjár av tveimum málum frá Tjóðveldi um at gera landsins fíggjarlóg óhefta av ríkisveitingini og uppskotinum til samtyktar um føroyskt sjálvræði í hernaðar- og trygdarmálum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald