
Kanningin, sum Spyr.fo gjørdi fyri Blaðið Vikuskifti í farnu viku vóru fólk spurd um krossin á Høganesi.
Nærum helmingurin av teimum spurdu – 49 prosent – svaraðu nei til henda spurningin: “Heldur tú, at ein standmynd, ið ímyndar ein kross, skal setast upp á Høganesi?”
28 prosent søgdu ja og 23 prosent svaraðu ‘veit ikki’.
Men um hugt verður eftir politiska litinum, er svarið enn greitt. Av fólkunum, sum siga seg velja ein av núverandi samgonguflokkunum, eru 47 prosent fyri og 27 ímóti, meðan veljarar hjá andstøðuni eru 13 prosent fyri og 67 ímóti.
Størsta undirtøku hevur krossurin millum veljararnar hjá Sjálvstýri, har 60 prosent eru fyri og 40 ímóti (sigast skal, at her er grundarlagið lítið og óvissan tí høg). Í Miðflokkinum eru 50 prosent fyri og 17 ímóti. Í Fólkaflokkinum 47 prosent fyri og 25 ímóti og í Sambandsflokkinum 44 prosent fyri og 34 ímóti.
Stigtakararnir boðaðu í vikuni frá, at verkætlanin er slept.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald