Mentan

Vencil 23 er komin

Á bókadøgunum, sum júst eru farnir aftur um bak, varð nýggjasti Vencilin lagdur fram

2024-11-18 15:34 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á bókadøgunum, sum júst eru farnir aftur um bak, varð nýggjasti Vencilin lagdur fram, tann 23. í røðini.

Tann 22. kom út í mai í ár, og sostatt eru einar 200 síður av góðum, blandaðum skaldskapi komnar út í Vencili í á.

– Vencil 23 er snøggur. Permuna hevur Tummas Jákup Thomsen greitt úr hondum. Myndin er áttanda myndin í eini myndarøð, sum verður kallað … í øðrum heimi.

Tekstasløgini eru yrkingar, stuttsøgur, skrønur og sálmar. Flestu høvundarnir, sum hava tekstir við í hesari útgávuni, eru úr Føroyum.
 
Tey, sum hava tekstir við í hesum Venclinum eru: Lív Maria Róadóttir Jæger, Askur Skaalum, Sámal Soll, Rakel Helmsdal, Sólvá Árting (sum er debutantur), Malan Poulsen, Lawrence Ferlinghetti (sum Heðin M. Klein hevur týtt), Annika Skaalum, Joan Waag Høgnesen, Bárður Persson, Snæbjørn í Dali, Kristin Vestergaard, Sólrún Michelsen, Oddfríður Marni Rasmussen, Þórarinn Eldjárn (sum Martin Næs hevur týtt), og ein stuttsøgu eftir Roald Dahl (sum Bergur Rasmussen hevur týtt). 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder