Uttanlands

Venesuela: Nærum 2.600 fólk deyð

Túsundatals fólk eru framvegis saknað, eftir at tveir jarðskjálvtar raktu landið 24. juli, og væntast kann tí, at talið á deyðum fer at hækka

Eitt av harðast raktu økjunum er La Guaira (Mynd: Miguel Medina/AFP/Ritzau Scanpix)

Eitt av harðast raktu økjunum er La Guaira (Mynd: Miguel Medina/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-07-03 10:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Talið á deyðum eftir jarðskjálvtunum í Venesuela er nú komið upp á 2.595, sigur virkandi forsetin í Venesuela, Delcy Rodríguez.

Túsundatals fólk eru framvegis saknað, og væntast kann tí, at talið á deyðum fer at hækka.

Rodríguez undirstrikar, at bjargingararbeiðið framvegis er í gongd, og eru bjargingarfólk komin úr nógvum londum at hjálpa.

189 bygningar rapaðu undir jarðskjálvtunum, sum raktu 24. juni. Teir høvdu eina styrki á ávikavist 7,2 og 7,5 á Richter-stiganum.

Talan erum harðastu jarðskjálvtarnir í Venesuela síðan 1900.

Eitt av harðast raktu økjunum er La Guaira norðanfyri høvuðsstaðin Caracas. Har hava nærum øll lokal embætisfólk latið lív.

Virkandi forsetin í Venesuela sigur, at Altjóða Gjaldoyragrunnurin (IMF) og Heimsbankin hava bjóðað venesuelum hjálp. Venesuela fer, í samstarvi við IMF, at seta á stovn ein enduruppbyggingargrunn fyri 200 milliónir dollarar - 1,3 millairdir krónur.

ST-felagsskapir hava ávarað um stórt trot á mati og skjóli.

Les eisini: 800.000 krónur í neyðhjálp til Venesuela


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder