Innanlands

Venjingar til pensjónistar á netinum hvønn mikumorgun

Fysioterapeuttoymið í Tórshavnar kommunu stendur fyri venjingunum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-03-25 13:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tit pensjónistar kunnu gera venjingarnar við tykkara egnu ferð, og tit gera tað, sum tit kunnu og klára. Tað er væl lov at leypa onkran partin um, um tit ikki eru før fyri at gera júst tað, siga tey frá Fysioterapeuttoyminum í Tórshavnar kommunu.

So leingi korona byrgir okkum av hvør frá øðrum, verður ein nýggj venjing til pensjónistar løgd út á heimasíðuna hjá Tórshavnar kommunu hvønn mikumorgun kl 10. Tað er Fysioterapeuttoymið í Tórshavnar kommunu stendur fyri venjingini. 

Hetta skrivar kommunan á heimasíðu sínari.

Nógv eldri fólk brúka  vanligt venjingartilboðini í Tórshavnar kommunu. Nú korona órógvar alt samfelagið, ber ikki til at venja sum vant t.d. venjingarnar í badmintonhøllini og fimleikahøllini í Kollafirði, Open Gym í Burn, Endurvenjingarliðini o.s.fr. 

Venjingarnar eru her: 

Fyrri partur

Annar partur 

 

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder