Uttanlands

Verða verandi til Russland hevur bygt teirra egnu rúmdarstøð

Sambært Nasa verður Russland verandi á altjóða rúmdarstøðini, til landið hevur bygt teirra egnu

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-07-28 17:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Russland hevur boðað frá, at landið tekur seg úr samstarvinum um altjóða rúmdarstøðina, tí tíðin er komin hjá russarum at byggja teirra egnu rúmdarstøð.

Altjóða rúmdarstøðin er eitt samstarv millum NASA (USA), Roscosmos (Russland), JAXA (Japan), ESA (Evropa), og CSA (Kanada), og Russland verður verandi á støðini, inntil ein nýggj rúmdarstøð er bygd, hevur Russland boðað amerikanska Nasa frá.

Les eisini: Russland tekur seg úr samstarvinum um rúmdarstøðina

Júst nær Russland fer úr samstarvinum er ikki greitt. Týsdagin boðaði stjórin fyri Roscosmos frá, at Russland fór úr samstarvinum eftir 2024 fyri í staðin at byggja teirra egnu rúmdarstøð, og tíðindastovan Reuters hevur áður sagt, at Russland fór at verða verandi til í minsta lagi 2028.

Nasa sigur tó, at Russland ikki neyðturviliga fer at verða á rúmdarstøðini so leingi afturat, men bert til landið hevur bygt teirra egnu rúmdarstøð.

Russland og USA hava samstarvað á altjóða rúmdarstøðini, síðan hon varð sett á stovn í 1998. Hon er ein av teimum fáu støðunum, har londini framvegis samstarva eftir kríggið í Ukraina.

Ned price, talsfólk hjá amerikanska uttanríkismálaráðnum sigur seg harmast um russisku fráboðanini, og sigur hann, sambært Ritzau, at hetta kom óvart á tey.

Sum útgangsstøði hevur tað verið ætlanin, at rúmdarstøðin verður tikin úr nýtslu eftir 2024, Nasa ætlar ikki, at hetta skal vera fyrr enn eftir 2030.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder