Kríggið í Ukraina fær nú eisini avleiðingar í rúmdini. Russland hevur boðað frá, at landið tekur seg úr samstarvinum um altjóða rúmdarstøðina.
Jurij Borisov, sum er nýggjur ovasti fyri russiska rúmdarstovnin, Roscosmos, hevur í dag greitt forsetanum Vladimir Putin frá, at Russland tekur seg úr samstarvinum aftaná 2024.
Vit fara at halda allar avtalur við okkara samstarvsfelagar, men avgerðin um at gevast eftir 2024 er tikin, sigur hann sambært Ritzau tíðindastovuni.
- Eg haldi, at tíðin er komin at vit byggja okkara egnu russisku rúmdarstøð, sigur Borisov.
Altjóða rúmdarstøðin hevur verið í ringrás í skjótt 24 ár og er mannað við sjey monnum. Rúmarstøðin er eitt samstarv millum NASA (USA), Roscosmos (Russland), JAXA (Japan), ESA (Evropa), og CSA (Kanada).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald