Mentan

Verður prestur í Hoyvík og Kaldbak í fýra mánaðir

Ólavur Eysturdal verðru vikarur fyri Theodor Eli Dam Olsen, sum fer í lestrarfarloyvi

2023-06-20 12:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í august tekur Ólavur Eysturdal við sum prestur í Suðurstreymoyar norðara prestagjaldi í fýra mánaðir, meðan sóknarpresturin Theodor Eli Dam Olsen fer í lestrarfarloyvi.

Á felags kirkjuráðsfundi varð Ólavur Eysturdal í gjár innstullaður til kallið, skrivar Fólkakirkjan á heimasíðuni.

Ólavur hevur seinastu tíðina regluliga hildið gudstænastur í føroysku fólkakirkjuni. Hansara fyrsta kall sum virkandi sóknarprestur var á Fjóni í Danmark.

Tíðarskeiðið sum virkandi prestur í Hoyvík og Kaldbak telur fýra mánaðir, frá august til november í ár.

Ætlanin er, at Ólavur verður skipaður í embætið sum virkandi sóknarprestur ein av sunnudøgunum undan ólavsøku, skrivar folkakirkjan.fo.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder