Innanlands

Verður tekniskur leiðari í Gøtu

Unn Sørinardóttir Perdomo skiftir Tórshavnar kommunu út við Eysturkommunu

Unn Sørinardóttir Perdomo

Unn Sørinardóttir Perdomo

2022-01-26 17:21 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fíggjarnevndin í Eysturkommunu hevur tikið avgerð um at seta Unn Sørinardóttir Perdomo í starvið sum tekniskur leiðari í Eysturkommunu.

Unn Sørinardóttir Perdomo er 51 ára gomul og er útbúgvin byggifrøðingur. Umframt hetta hevur hon eisini tikið viðkomandi akademiútbúgving og skeið.

Unn Sørinardóttir Perdomo hevur leiðsluroyndir sum deildarleiðari í Húsaumsitingini hjá Tórshavnar kommunu, og hevur eisini drúgvar royndir sum projekterandi byggifrøðingur í fleiri ár.

Unn Sørinardóttir Perdomo byrjar í starvinum sum tekniskur leiðari tann 1. mars.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder