Verður tulkað á fólkatingi í morgin

Talan er um eina roynd við samtulking í fólkatingssalinum

Aki-Matilde Høegh-Dam fer at seta statsministaranum spurningar á grønlendskum aftur í morgin

Aki-Matilde Høegh-Dam fer at seta statsministaranum spurningar á grønlendskum aftur í morgin

2024-11-25 16:54 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein meiriluti í formanskapinum á fólkatingi hevur tikið avgerð um at royna at tulka millum grønlendskt og danskt, tá tað í morgin er eitt spurnarumfar í tingsalinum til statsministaran.

Avgerðin er tikin eftir áheitan frá Siumut, sum er flokkurin hjá fólkatingsliminum Aki-Matilda Hoegh-Dam.

Fólkatingskvinnan hevur boðað frá, at hann aftur hesaferð ætlar sær einans at tosa grønlendskt undir spurnarumfarinum.

- Vit royna at ganga ynskjunum hjá Aki-Matilda Høegh Dam á møti so gott við kunnu við stuttu freistini vit hava fingið. Harvið kunnu vit fáa royndir, so formansskapurin kann taka støðu til, um grundarlag er fyri at hava eina fasta samtulking á fólkatingi, sigur Søren Gade, fólkatingsformaður í tíðindaskrivi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder