Innanlands

Verja tey eldru í Norðoyggjum ímóti Corona virus

Ein av nýggju mannagongdunum er, at um ein hevur verið og ferðast í teimum londum sum mælt verður frá at vitja, skal viðkomandi ikki koma á vitjan á eindunum hjá NBH í 14 dagar eftir heimkomudag til Føroyar

Mynd: Klaksvíkar kommuna

Mynd: Klaksvíkar kommuna

2020-03-07 09:54 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tað er ongin loyna, at seinastu vikurnar hava verið nógv merktar av tíðindum og kunning um Corona virus, sum serliga kann verða vandmikið hjá veikum, sjúkum og gomlum fólki.

Jógvan Skorheim, stýrisformaður í NBH (Norðoya Bú- og Heimatænastu), sigur, at eftir at tað er staðfest, at Corona virus, Covid19 er komið til Føroyar, so eiga vit at gera alt fyri, at verja okkara gomlu og sjúku borgarar. Hetta er serstakliga galdandi fyri eldraøkið, og tí ger leiðslan í NBH alt fyri at fylgja øllum teimum reglum og fyrivarnum, sum landsmyndugleikarnir seta í verk.

- Leiðslan í NBH fylgir neyvt við á hesum øki, sum er alneyðugt, tí í løtuni kunnu broytingar henda, sum krevja nýggj átøk, og leypandi verða mannagongdir settar í verk, samstundis sum strammað verður upp kring verandi mannagongdir, til tess at verja búfólk og brúkarar hjá NBH ímóti Covid19, sigur Jógvan Skorheim.

Ein av nýggju mannagongdunum er, at um ein hevur verið og ferðast í teimum londum sum www.sst.dk og www.um.dk frámæla ferðandi at vitja, skal viðkomandi ikki koma á vitjan á eindunum hjá NBH í 14 dagar eftir heimkomudag til Føroyar. Hetta er eisini galdandi, um ein hevur havt vitjan av fólki, sum hava verið og ferðast í útsettum londum.

Jógvan Skorheim, stýrisformaður, sigur, at hetta sjálvandi kann seta avmarkingar fyri, at avvarðandi kunnu vitja á bústovnum, um tey hava verið og ferðast, men eftir boðum frá fremstu fakligheitini hjá landsmyndugleikunum so eru hesi og onnur átøk neyðug til tess at verja okkara eldru og veiku borgarar.

- Eg vil heita á øll um at vísa varsemi á hesum øki og virða ásettar mannagongdir í umhugsni fyri okkara eldru borgarum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder