2020-10-28 17:40

Felagið føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar boða í dag frá nýggjum herðingum av verkfallinum.
Frá klokkan 16 fríggjadagin verður eisini lýst við verkfalli fyri sjúkrarøktarfrøðingar í kommunulæknavaktini á Landssjúkrahúsinum.
Sambært Marjusi Dam, formanni í kommunulæknafelagnum, fær hetta stórar fylgjur fyri tænastuna hjá læknavaktini.
Einsamallur lækni megnar ikki at taka allar uppringingarnar, og tí fer hetta at elva til nógv størri trýst á skaðastovurnar, og at fólk fara at ringja 1-1-2, sum ikki fáa samband við læknavaktina, segði Marjus Dam við útvarpið hjá Kringvarpinum seinnapartin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald