Innanlands

Verkfallið stendur við

Pedagogfelagið sigur seg fegnast um at samráðingarnar verða tiknar upp aftur, men so leingi landsstýrismaðurin ikki hevur tikið málið aftur, heldur verkfallið fram

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-06-18 18:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Vit eru sinnaði at gera enn eina roynd at til at finna eina semju, sigur Pedagogfelagið í fráboðan í dag.

Semingsstovnurin hevur havt fund við partarnar hvør sær í dag, og nú er greitt, at Pedagogfelagið, Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið fara aftur til samráðingarborðið klokkan 10 í morgin árini.

Pedagogfelagið ger kortini greitt, at verkfallið, sum byrjaði mánadagin klokkan 7, stendur við.

- Vit fegnast um, at samráðingarnar nú verða tiknar upp aftur, og vóna, at Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið kemur aftur til borðið við einum vilja at finna semju, ið kann vera við til at loysa tær stóru avbjóðingar, ið eru á námsfrøðiliga økinum. 

- Landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum hevur tó ikki tikið av okkara áheitan um at steðga sínum álopi á fría samráðingarrættin, og noktar at taka uppskotið aftur, tí stendur verkfallið við, sigur Pedagogfelagið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder