Løgtingið hevur seinnapartin samtykt uppskot um broyting í løgtingslóg um at høvuðsumvæla, útbyggja og nútíðargera Landssjúkrahúsið við triðju viðgerð.
Hetta uppskotið varð lagt 17. desember í fjør og er síðani viðgjørt í Løgtinginum, og Fíggjarnevdin. Við verklagslóg, sum nú er samtykt, verður millum annað dagførdur kostnaður og útreiðslurnar til nýggja tøkni og útgerð lagdar afturat upphæddini til H-bygningin
Uppskotið kann síggjast her
Nógv umtalaði bygningurin, sum verður yvir 100 milliónir dýrari at byggja enn upprunaliga ætlað, skal millum annað hýsa nýggjum psykiatriskum depli, nýggjari medisinskari seingjadeild við einastovum, nýggjari føði- og barsilsdeild, nýggjari rehabiliteringseind og nýggjum køki. Samlaða fermetratalið er 15.150 fermetrar.
- Tað gleðir meg, at vit við H-bygninginum fara at fáa sera framkomin og dagførd viðurskifti til sjúklingarnar, starvsfólkini og avvarðandi. At hugsað hevur verið um trivnað við millum annað, at sjúklingarnir kunna fáa einastovur. Hetta fer at bøta munandi um karmarnar hjá sjúklingunum viðvíkjandi trivnaði og ikki minst at kunna í friði fáa vitjan av sínum nærmastu. Eisini at viðgerð og røkt kunna fara fram undir virðiligum umstøðum”
Hetta sigur landsstýrismaðurin, Kaj Leo Holm Johannesen, við heimasíðuna hjá Heilsumálaráðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald