
Eins og í fjør, eru nýggjárshald kring landið avlýst ella skerd orsakað av koronutilmælunum.
Í Vestmanna verður einki felags nýggjárshald við millum annað kyndlagongu, báli
- Vanliga skipar Vestmanna Kommuna fyri felags nýggjarshaldi við kyndlagongu, báli og fýrverki. Aftur í ár er felags nýggjarshaldi tó skert vegna. Hetta merkir, at tað ikki verður skipað fyri kyndlagongu í ár.
Hetta skrivar kommunan á heimasíðu sínari, har tað tó verður boðað frá, at blikkamenninir seta blikk upp sum vant, og at kommunan fer at byrja at skjóta fýrverk ein hálvan tíma áðrenn midnátt. Fýrverkið verður sum vant skotið á keiini við Havnaskrivstovuna, har tað sæst væl úr allari bygdini.
- Vit vóna, at vit skjótt kunnu samlast aftur til felags tiltøk. Vestmanna Kommuna ynskir tykkum øllum eitt gott nýggjár.
Les eisini: Nýggjarshald á Strondum avlýst
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald