2021-12-30 08:19
Siðvenja er at hava nýggjárshald í bygdahúsinum á Strondum nakað eftir midnátt nýggjársaftan. Men soleiðis verður ikki í ár.
Nýggjárshaldið er, eins og nógv annað, avlýst vegna koronustøðuna í løtuni.
Sjóvar kommuna boðar tó frá á heimasíðuni, at kommunan fer at skjóta fýrverk á midnátt.
– Fýrverkið verður sum vant skotið við bygdahúsið, á vegnum niðanfyri Lítlafløtt. Fólk eru vælkomin út í bygdahúsið at skoða skyggjandi, litføgru ljósini frá fýrverkinum, skrivar kommunan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald