
– Sparið upp á vatnið – beinanvegin.
Soleiðis ljóðar ein áheitan til borgarar í Vestmanna kommunu í dag.
Vatnverkið hevur trupulleikar at framleiða reint vatn í dag, og tí kann tað enda við, at tey einki vatn hava tíðliga seinnapartin, um øll ikki spara.
– Nógva regnið í gjárkvøldið og í nátt hevur gjørt, at vatnið, sum kemur inn á vatnreinsiverkið, er sera gruggut. Á vatnreinsiverkinum fer vatnið m.a. gjøgnum nøkur sandfiltur, sum reinsa vatnið. Sandfiltrini verða reinsaði við reinum vatni, sum er í goymslubrunnunum.
– Vanliga er ríkiligt av vatni í brunnunum men nú er sera lítið eftir, tí sandfiltrini vera returskolað konstant við reinum vatni úr goymslubrunnunum fyri at reinsa tað sera grugguta vatnið, sum kemur inn, skrivar kommunan.
Tað stutta av tí langa er sostatt, at verða sandfiltrini á vatnverkinum ikki reinsaði, kemur einki vatn inn, og so kemur heldur einki vatn inn í húsini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald