2020-05-05 16:11
Málið um dagstovnagjøld undir korona var fyri á bygdarráðsfundi týskvøldið 28. apríl 2020, skrivar Vestmanna kommuna.
Bygdarráðið samtykti at strika foreldragjaldið fyri vikurnar 12 - 16 fyri tey, sum ikki brúktu ansingartilboðini í tíðarskeiðinum.
Tey foreldur, sum brúktu neyðansingartilboðið í sama tíðarskeiði, gjalda samsvarandi uppmøting hjá barninum.
Dagstovnaøkið í Vestmanna kommunu er nú opið aftur sum vanligt. Virksemið er lagt soleiðis til rættis, at reinføri er í hásæti, børnini eru í smærri bólkum, og roynt verður at vera úti so nógv sum til ber.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald