Mentan

Vestmanna sangkór syngur jólasangir 3. sunnudag í advent

Sunnukvøldið 11. desember kl. 19 hevur Vestmanna sangkór konsert í Vestmanna kirkju

2022-11-28 15:39 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Skráin er á tremur við góðum jólasálmum og –sangum og við á konsertini verður eisini barnakórið í bygdini.

Kórið hevur vant jólaskrá síðan venjingin byrjaði aftur eftir summarfrítíðina, og nú er klárt at syngja kend og minni kend jólaløg – føroysk, norsk og ensk. Men tað verða ikki burturav jólalig løg at hoyra. Á konsertini er unga talentið Vár Isaksen solistur í nøkrum av sangunum, eitt nú The Skye Boat Song, ið er kendur úr røðini Outlander.

Rannvá Matras-Olsen er kórleiðari hjá Vestmanna sangkóri.

Vestmanna sangkór hevur fleiri enn 40 ár á baki og nakrir av teimum fyrstu kórlimunum syngja enn við, hóast tað støðugt legst afturat við nýggjum kreftum.

Við hesi blanding av royndum og nýkomnum sangarum er kórið væl samansett at venja til framførslur av kendum siðbundnum, eins væl og nýggjum avbjóðandi verkum. Í vár hevði kórið til dømis tríggjar konsertir saman við strúkarum og urguleikara, har dentur varð lagdur á vónina og tað várliga.

Kórið hevur onkrar spennandi ætlanir til komandi árið, sum millum annað fevna um eina konsertferð uttanlands. Á konsertini sunnudagin verður møguleiki at stuðla kórinum við peningagávu.

Til jólakonsertina hendan 3. sunnudagin í advent eru tað vetrargleðin og jólahugnin, ið eru frammaliga í hugmyndini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder