Gamli sløkkibilurin hjá Vestmanna Sløkki- og Bjargingarliði verður nú skiftur út við ein nýggjan.
Hetta skrivar Vestmanna kommuna á heimasíðu sínari í dag, hósdagin 29. oktober.
Tað er í sambandi við at bygdarráðið við 1. viðgerð av fíggjarætlanini fyri 2027 hevur verið. Har varð samtykt at seta pengar av til ein nýggjan sløkkibil.
Sambært vestmanna.fo er tað aldurin á sløkkiliðsbilinum, sum verður nýttur nú, ið er orsøkin.
Núverandi sløkkibilur er frá 2000 og hevur sostatt 26 ár á baki. Aldurin er farin at merkjast, og fyri at hava eina trygga tilbúgving er neyðugt at skifta bilin út.
– Í sløkkiliðnum fegnast vit um, at ein nýggjur bilur nú kemur. Verandi bilur hevur verið okkum í Vestmanna og grannabygdunum góður, men nú er ymiskt farið at bila, umframt at summir eykalutir ikki longur eru til at fáa hendur í. Tí verður tað sera gott at fáa ein nýggjan bil, sigur Tóki Seloy, sum er brunaumsjónarmaður.
Tað tekur meira enn eitt ár at byggja nýggja bilin, og gamli sløkkibilurin fer tí at tæna økinum til tann nýggi eftir ætlan verður tikin í brúk í 2028, upplýsir Vestmanna kommuna.
Í Vestmanna Sløkki- og Bjargingarliði eru 20 mans í ymiskum aldri. Sløkkiliðið heldur til ovast í Vestmanna, har tað hevur eina stóra høll við øllum neyðugum hentleikum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald