Mentan

Vestmenningar verið í Góðmansskor

Skoraseyður verður seinnapartin seldur á uppboði á Heygum

(Mynd: Jn.fo)

(Mynd: Jn.fo)

2023-09-30 15:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Vestmenningar vóru í gjár í Góðmansskor eftir seyði. 28 vórðu sleptir í vár og teir fingu 26 veðrar aftur.

Uppboðssølan av seyði verður á Heygum seinnapartin klokkan 17. Tveir veðrar verða seldir livandi og ein seldur sundurlimaður.

Pengarnir, sum koma inn, verða brúktir til viðlíkahald og til útgerð at brúka í skorini.

Skorarnar hjá vestmenningum eru norðanfyri Vestmanna og eita Teistansskor, Seyðaskor og Góðmansskor.

Fleiri myndir úr Góðmansskor síggjast á jn.fo her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder